Jólaskipið vitjar í Leirvík

Sunnudagin 22. desember, kl. 15, kemur jólaskipið á vitjan í Leirvík. Sannur jólahýrur er millum fólk, tá ið hugnaliga og vælprýdda Jólaskipið við øllum jólamonnunum leggur at bryggju í Leirvík. Børn og vaksin gleða seg hvørt ár sera nógv til hesa hátíðarløtu.

Skipið leggur at í Leirvík kl. 15, áðrenn tað fer víðari til Klaksvíkar, har tað leggur at kl. 16.

Børn og foreldur eru boðin vælkomin oman á bryggjuna í Leirvík at heilsa uppá jólamennirnar.

Hetta 20. árið at jólaskipið kemur til Leirvíkar.