Back
Skrivað tann 20. desember 2018

Jólaskipið vitjar í Leirvík

Fríggjadagin 21. desember, kl. 17, kemur jólaskipið á vitjan í Leirvík. Sannur jólahýrur er millum fólk, tá ið hugnaliga og vælprýdda Jólaskipið við øllum jólamonnunum leggur at bryggju í Leirvík. Børn og vaksin gleða seg hvørt ár sera nógv til hesa hátíðarløtu.

Skipið leggur at í Leirvík kl. 17, áðrenn tað fer víðari til Klaksvíkar, har tað leggur at kl. 18.

Børn og foreldur eru boðin vælkomin oman á bryggjuna í Leirvík at heilsa uppá jólamennirnar.