Hvønn morgun í desember er nýskrivaður kalendaratekstur at lesa í svørtu kunningartalvuni, sum hongur á gomlu Glæmuni í Norðragøtu (Pakkhúsinum) – nú EL-Talvuvirkið. Tað er Meinhard Jensen, sum í ár skrivar jólakalendaran. Hvør tekstur hongur í eitt samdøgur: frá kl. 7 á morgni til morgunin eftir kl. 7. Spáka tær ein túr eftir Tróndargøtu ella koyr til gomlu bygdina og les!