Back
Tíðindi
Skrivað tann 13. november 2017

Jólakalendari fyri tiltøk í kommununi

Hesa tíðina og fram til jólar verða hópin av jólatiltøkum fyriskipaði í kommununi. Men tað er ikki altíð lætt at vita av hvør øðrum, og sostatt kunnu fleiri tiltøk enda á sama tíðspunkti.

Vit vilja tí bjóða borgarum og fyritøkum í kommununi at senda almenn jólatiltøk inn, so øll kunnu fáa eitt lætt yvirlit yvir hvat er á skránni í Eysturkommunu í jólamánaðinum. Hesi koma at liggja á kalendaranum á www.eysturkommuna.fo.

Her kanst tú boða frá tiltakið fyri at fáa tað í kalendaran.

Her kanst tú síggja kalendaran fyri tiltøk í Eysturkommunu.