John Høgnesen settur sum rakstrarleiðari

Eysturkommuna hevur sett John Høgnesen í starv sum rakstrarleiðari yvir tekniska økinum í kommununi.

John Høgnesen er útbúgvin maskinmeistari og hevur siglt í nógv ár. Seinasta árið hevur hann starvast hjá kommununi sum vatnmeistari. Hann er ættaður úr Leirvík og býr í Norðragøtu.

Rakstrarleiðarin hevur, undir leiðslu av tekniska leiðaranum, ábyrgd av at leggja til rættis, samskipa og leiða arbeiðið hjá arbeiðsbólkunum, og skal samstundis tryggja at arbeiðini verða framd innan ásettar karmar.

Høvuðsábyrgdarøkini eru: drekki- og spillvatn, vegir og gøtur, havnaløg og bátahylar, bygningar, fríøki og fríðkan, ítróttarøki og spælipláss, og maskinur og amboð.

Search by