Jóhan Christiansen nýggjur landsstýrismaður fyri Tjóðveldi

Í samband við, at Dennis Holm fyri viku síðani fór úr sínum sessi í landsstýrinum, varð neyðugt at velja eitt nýtt landsstýrisfólk at umsita í Fiskivinnu- og Samferðslumál.

Í morgun sendi Tjóðveldi tíðindaskriv út um, at Jóhan Christiansen og Eirikur í Jákupsstovu vera nýggj landsstýrisfólk fyri Tjóðveldi.

Jóhan Christiansen er 47 ára gamal og er rakstrarstjóri hjá Ocean Rainforest, og bachelor í stjórnmálafrøði. Hann var borgarstjóri fyri Tjóðveldi í Eysturkommunu frá 2009 til og við 2020 og hevur stillað upp til Løgtingsvalið í 2015, 2019 og 2022.

Eysturkommuna ynskir Jóhan hjartaliga tillukku við landsstýrissessinum.

Search by