Jobmatch er í dag

Jobmatch 2014 verður sett í Norðurlandahúsinum í dag, og Eysturkommuna er við aftur í ár. Útisetar og onnur lesandi kunnu møta luttakandi fyritøkum, stovnum og kommunum frá kl. 13 til 19 í dag til ókeypis tiltakið, har tey kunnu fáa yvirlit yvir starvsmøguleikar í Føroyum.

Eysturkommuna hevur verið við til Jobmatch seinastu tvey árini og hevur fingið ítøkiligt samstarv burturúr, umframt at víst verður á virkna arbeiðslívið í kommununi
Tær luttakandi fyritøkurnar, stovnarnir og kommunurnar á Jobmatch hava hvør sín bás á tiltakinum. Útisetar og onnur lesandi kunnu vitja básarnar fyri at frætta um møguleikar og avbjóðingar.
Harumframt kundu vitjandi áðrenn ráðstevnuna avtala eitt stutt ‘JobPrát’ við møguligu arbeiðsgevararnar – ein óbindandi samrøða, har ein fær høvið at kunna seg um møguleikar og greiða frá um seg sjálvan.
Kl. 19 verður so kvøldseta við Høgna Lisberg, sum fer at syngja og spæla, og kl. 19.30 verður politiskur kjakfundur um Heildarætlanina um fólkaflyting og fólkavøkstur.
Heimasíðan www.jobmatch.fo hevur eitt yvirlit yvir tær 35 fyritøkurnar, stovnarnir og kommunurnar, ið eru við í ár, umframt at tú kanst síggja skránna fyri dagin. 
Search by