IRF: Innsavningin av hvítum og reyðum posum verður tikin uppaftur
27. mar. 2020
Frá í næstu viku at rokna verður innsavningum av hvítum posum tikin uppaftur í øllum økinum hjá IRF. Innsavningin av reyðum posum verður eisini tikin uppaftur í næstu viku.
Vit mæla framvegis til, at tit fylgja tiltøkunum niðanfyri:
Bindið fyri allar posar, sum fara út í gráa posan. IRF viðmælir at nýta keyptar burturkastposar við innbygdum bandi.
Snørið gráa posan við bandi ella teypi dagin fyri, hann verður heintaður. Posin skal framhaldandi vera í ruskstativinum, eftir at hann er bundin fyri. Nær verður posin heintaður? Sí meira her.
Hugsið um hondreinførið, tá ið tit binda um gráa posan.
Fyri at umgangast smittuvanda, so verða yvirfyltir posar ikki tiknir.
Fyri at fyribyrgja at fuglur kemur at posunum og innihaldið verður spjatt út í umhvørvið, vil IRF staðiliga heita á øll húski, ið enn ikki hava eitt ruskstativ uttanfyri, um at fáa sær eitt til vega.