Innskriving til Skúlaspíran 2015/2016

Innskrivingin til Skúlaspíran – forskúlin í Eysturkommunu – fyri skúlaárið 2015/2016 verður komandi týsdag, 27. januar kl. 15.00, í stovu 3 í Leirvíkar skúla. 

Foreldur/avvarðandi verða biðin um at hava dóps- ella navnaseðil við fyri børnini, umframt ein seðil, har nøvn, bústaður og tlf. (heima og til arbeiðis) á hjá foreldrum/avvarðandi standa á.
Skúlaspírin í Eysturkommunu byrjaði sum fyrsti kommunali forskúli í Føroyum í 2010. Endamálið og visiónin fyri forskúlan er, at “við leiki og læru, gerst barnið skúlabúgvið.”
Skúlaspírin er eisini stovnaður fyri at byggja brúgv ímillum dagstovnaøkið og fólkaskúlan. Í Skúlaspíranum fáa øll børn í Eysturkommunu eina bleyta og væl fyrireikaða byrjan uppá skúlagongdina, tey skulu ígjøgnum tey næstu 9 árini. 
Arbeitt verður við grundarlagnum fyri góðari skúlabyrjan, og børnini læra tey mest grundleggjandi hugtøkini aftanfyri fak sum mál og støddfrøði í bæði leiki og læru.
Skúlaspírin er frá kl. 8-12 vanligar skúladagar, og børnini halda til í Leirvíkar skúla, har 1.-3. flokkur eisini halda til. Eftir hetta kunnu børnini fara yvir á Frítíðarheimið, har tey spæla og hugna sær saman víðari við teirra javnaldrum.
Les tilmæli um Skúlaspíran her, ið útgreinar endamálið við og grundarlagið fyri forskúlanum.
Search by