Innskriving í Skúlaspíran

Hevur tú eitt barn, sum fyllir seks ár í ár og skal byrja í forskúla í summar? Innskrivingin í Skúlaspíran 2023 er byrjað og verður í ár skipað soleiðis:

Hóskvøldið 26. januar, kl. 19, verður kunnandi foreldrafundur í miðhøllini í skúlanum í Leirvík, har greitt verður frá forskúlanum og frítíðartilboðnum á Gásamýri.

Fram til á midnátt tann 26. januar ber til at innskriva barnið í Skúlaspíran við at trýsta á leinkjuna niðanfyri og útfylla innskrivingarskjalið:

https://forms.office.com/e/27jMYwrZuq

Týsdagin 31. januar, kl. 15, verður innskrivingarløta í skúlanum í Leirvík fyri komandi skúlaspírabørn og foreldur. Havið dóps- ella navnabræv við.

Um tit hava spurningar, eru tit vælkomin at ringja á telefon 730080 gerandisdagar millum kl. 8.00 og 12.00.

Tilmeldingin til Frítíðarheimið á Gásamýri fer fram við at rita inn á Vangan https://www.vangin.fo/ – og útfylla teigarnar. 

Search by