Innskriving í Skúlaspíran

Týsdagin 30. januar, kl. 15, verður innskriving til Skúlaspíran. Innskrivingin verður í stovu 14, har Skúlaspírin heldur til. Neyðugt er at hava dóps- ella navnabræv við.

Hóskvøldið 25. januar, kl. 19, verður kunnandi foreldrafundur um Skúlaspíran. Fundurin verður í miðhøllini í Leirvíkar skúla. Har fara skúlastjórin og starvsfólkini í Skúlaspíranum at greiða frá, hvussu Skúlaspírin í Eysturkommunu er skipaður.

Eisini fara starvsfólk frá Frítíðarheilminum á Gásamýri at greiða frá frítíðartilboðnum.

Skúlin í Eysturkommunu hevur fingið nýggja heimasíðu: www.skeyk.fo

 

 

Search by