Parkeringsøki á takinum og spæliøkið sunnanfyri ánna er ikki tikið við í byggiverkætlanini.

Innboðin arkitektakapping til nýggjan dagstovn við Gøtugjógv

Í 2016 samtykti táverandi býráð, at skipast skuldi fyri innbodnari arkitektakapping til nýggjan dagstovn við Gøtugjógv.  Settur var ein arbeiðsbólkur, sum var umboðaður av leiðsluni á verandi stovni, starvsfólk, foreldur, fyrisiting og politisk umboð. Arbeiðsbólkurin hevði til uppgávu, at koma við uppskoti til ein framtíðar dagstovm, virkisføri, úti- og innirúm, náttúrðuna og tí skapanarliga, sum er bygd á íblástur til námsfrøðiliga arbeiði frá Italienska filsofini Reggio Emilia og hugsan innan Føroyskan mentan.

5 teknistovur vóru bodnar við í kappingina:

  • EM Ráðgeving Sp/f
  • Fuglø Arkitektar Sp/f
  • Ósbjørn Jacobsen Arkitektar Sp/f
  • Selmar Nielsen Arkitektar Sp/f
  • Teknistovan Gøta Sp/f

Innkomnu uppskotini vóru sera ymisk og áhugaverd. Dómsnevndin skuldi sambært kappingarskránni meta um og geva uppskotunum stig millum 0 og 10 stig fyri ávíkavist arkitektur, virkisføri og honorar.

Dómsnevndin metir, at tað besta uppskotið, sum vinnur kappingina, er uppskotið sum Ósbjørn Jacobsen Arkitektar Sp/f hevði. Uppskotið fevnir um bygning í tveimum hæddum, lagdir oman á hvønn annan, við eini forskjóting. Bygningurin er lagdur inn í lendið. Vøggu-stovurnar liggja í ovaru partinum og barnagarðurin í niðara partinum. Oman á bygninginum eru útirúm og parkering, umframt torg við stutttíðarparkering og avseting.

Bygningarnir eru bundnir saman við einum dupulthøgum rúmi, sum gongur frá ovastu enda av bygninginum til niðasta enda. Hetta rúm, ið er miðhøllin og virkisrúm, fær dagsljós inn frá báðum endum og í miðjuni.

Hesin bygningurin ger, at sum minst verður tikið burtur av lendinum, og havin við trøðum omanfyri kemur til sín fulla rætt.

Uttandura millumrúmini millum stovurnar, har vindeygu eru, binda stovurnar saman tvørtur um útipartin á ein hátt, sum skapar opinleika og økir um nýtslumøguleikar og uupplivilsi. Hartil hava stovurnar góðan sólagang tað mesta av degnum.

Í dómsnevndini vóru: Hans Mourits Foldbo, Tollakur Joensen, Ove Heinesen, Dagbjørt Ó. Hansen, Heidi Poulsen, Gunnar Hoydal og skrivari var Tórálvur Weihe.

Ósbjørn Jacobsen Arkitektar Sp/f vunnu kappingina.

Her síggjast flatmyndir av barnagarðinum : Flatmyndir

Her sæðst lendisskurður: Lendisskurður 1-500_840x297

Search by