Í samband við at Eysturkommuna hevur fingið avfresa asfalt frá Norðoyatunlinum varð avgjørt á seinasta býráðsfundi at asfaltera innangarðsvegin við Gøtugjógv og niðan til reinsiverkið í Gøtudali.
Talan er um tað, ið verður kallað “kalt asfalt” – tað er ikki líka sterkt sum vanligt asfalt. Tí er tað ikki so gott at brúka til vegir við nógvari og tungari ferðslu. Hetta er tó væl egnað til innangarðsvegirnar, og í fyrstu syftu verða tað áður nevndu innangarðsvegir, sum verða asfalteraðir.