Back
Tíðindi
Skrivað tann 9. august 2017

Íbúðir reistar á ferjuleguni í Leirvík

Nýggju íbúðirnar, sum verða bygdar á ferjuleguni í Leirvík, vórðu reistar í góðveðrinum í gjár. Talan er um fimm íbúðir, sum John David Joensen hevur latið byggja.

Áhugin fyri nýggju íbúðunum, sum sambært John David eru serliga ætlaðar ferðavinnu, var so stórur, at tær vóru seldar nærum áðrenn tær vóru settar til sølu.