Í dag er valdagur

Valfepur herjar kring landið og eisini í Eysturkommunu fara borgarar á kommunuval. Valstøðini eru opin frá kl. 10.00-20.00 í dag, og tey eru í fimleikarhøllini í Leirvík og í fimleikarhøllini við Gøtugjógv.

Mint verður á borgarar um at hava valkortið við, tá farið verður at velja.

Samlaða úrslitið verður kunngjørt á kommunuskrivstovuni so skjótt sum alt er talt upp í kvøld.

Her sært tú eitt dømi um hvussu tú skalt atkvøða og hvat tú ikki skalt gera.

Search by