Hvør eigur vakrasta urtagarð?
27. mai. 2015
Aftur í ár skipar Eysturkommuna fyri fríðkanarátaki. Undanfarin ár hava kappingarnar verið, ”Vakrasti urtagarður”, ”Best røkta fyritøka”, ”Best røkta neyst”, ”Best røkta úthús/fjós/seyðahús” og “Best røkti matrikul”. Í ár er ætlanin at kappingin skal kallast ”Vakrasti urtagarður”.
Endamálið við átakinum er at stimbra og eggja borgarunum til at leggja áherðslu á fríðkan og umhvørvi sum heild. Eysturkommuna vil ganga á odda við at halda bygningar og økir í kommununi, eins væl og bygdirnar sum heild í góðum og prýðiligum standi – øllum borgarum og vitjandi til trivnað og fragd.
Ein 3-mannað dómsnevnd er sett, umboðandi kommununa og aðrar viðkomandi partar. Dómsnevndin fer seinni í ár runt í kommununi at hyggja at teimum ymisku urtagørðunum og fer síðani at gera sínar metingar um, hvør vakrasti urtagarður er.
Dómsnevndirnar eru samansettar soleiðis:
- Eitt borgaraumboð
- Eitt umboð fyri Eysturkommunu
- Ein uttanveltaður sakkønur persónur
Borgarar, sum hava serligt rós uppiborið, verða heiðraðir sum nr. 1, 2 og 3 við virðisløn og einum skreytblaði. Nr. 1 fær eisini eina plátu við vinnaraheitinum á at seta á ogn sína. Eisini verða skreytbløð latin til onnur enn tey vinnandi sum eitt herðaklapp.
Tá liðugt er at døma og vinnararnir eru funnir, verða viðkomandi partar bodnir til eina hugnaliga samkomu, har handan av gávum, myndatøka, myndafrásøgn, tónleikur o.a. er á skránni.
Vinnarar í 2009 vóru:
- ”Vakrasti urtagarður 2009”: Birgit Persson og Rasmus Mikkelsen
- ”Best røkta neyst 2009”: Jógvan Páll Danielsen
- ”Best røkta fyritøka 2009”: PRG Fiskavirkið í Gøtu
Vinnarar í 2010 vóru:
- ”Vakrasti urtagarður 2010”: Sædis Eilifsdóttir og Páll Jacobsen
- “Best røkta úthús/fjós/seyðahús”: Sólrun og Símun Jóhan Poulsen
Vinnarar í 2011 vóru:
- “Best røkti matrikul”: Malan og Henning Olsen, Gøtugjógv
Vinnarar í 2012 vóru:
- “Best røkti matrikul”: Sædis Eilifsdóttir, Syðrugøta
Tá mett verður í greinini ”Vakrasti urtagarður”, verður mett út frá hesum atlitum og hugt at:
- Gras: væl sligið, lítið ókrút, kantar væl skornir, og sligið gras er beint av vegnum.
- Blómur: deyðar plantur beindar av vegnum, planturnar eru væl fyri, og onki ókrút á blómuteigum.
- Hekkur: tættur og væl kliptur og deyðar plantur eiga ikki at standa í girðingini
- Trø: deyðar greinar eiga ikki at verða á trænum og træið er væl røkt
- Gøtur og tún: hvat er túnið gjørt av (asfalt, flísar, grús, betong o.s.fr.), órudd eigur ikki at liggja í túnunum (sigarettir o.a.), mosi og ókrút eigur ikki at skemma, reint og vakurt.
Dómsnevndirnar fara til verka í august mánað og virðislønirnar verða handaðar stutt eftir.