Mynd: Chanette Jørundsdóttir Hansen

Hugskot til bústaðarbygging í grótbrotinum í Norðragøtu

Seinastu tíðina hevur forvitnislig framsýning verið í býráðshúsinum um øðrvísi bústaðarbygging í grótbrotinum í Norðragøtu. Talan er um verkætlan hjá Chanette Jørundsdóttir Hansen (Cand. Arch.), sum varð liðug við sína kandidat útbúgving í Spatial Design á Kunstakademiet í Keypmannahavn í juni. 

Verkætlanin snýr seg um at nýta grótbrotið eystanfyri Norðragøtu til eitt nýtt bústaðarøki við 45 húsum við einum felagsøki í miðjuni. Pláss verður til millum 56 og 85 íbúgvar.

Íblástur úr føroyskari mentan og landslagi

Íblástur til verkætlanina er komin úr føroyskari mentan, landslagi og byggilist. Sosiali parturin hevur stóran týdning í hennara uppskoti, har fokus er á, at íbúgvar kunnu koma hvør øðrum meira við.

Verkætlanin leggur upp til sparing av tilfeingi, sum verður gjørt við íbúgvar deilast um nøkur felagsøki. Hon vísur á, at hóast húsini eru separerað, eru ognirnar knýttar at einum felags uttandura øki. Hølir og økir sum t.d. køkar, stovur, vakstrarhús og vaskirúm vera deild økir. Hetta merkir, at hvør einstakur hevur sína privatu ogn, men ikki tørvar eins nógv pláss sum við vanligum sethúsum. Harafturat vera hølir til verkstovur, lesandi o.t. tøk at leiga. 

Tankin aftanfyri, at íbúgvar deilast um nøkur felagsrúm og hava atgongd til rúm eftir tørvi er, so at teimum ikki tørvar eini stór hús. Hetta kann minka um nýtslu og leiguútreiðslur, sigur Chanette. Samstundis gevur tað møguleika fyri at koma at kenna sínar grannar betur.

– Jeg havi havt fokus á at tekna íbúðir í ymsum støddum, so at ymisk fólk kunnu búgva her saman – einlig, lesandi, pør, eldri o.s.fr. – sigur Chanette. Hetta avspeglar tað siðbundna føroyska samfelagið, har eldri, ung, einlig og pør búðu saman. Við hesum meini eg, at øll lesandi ikki nýtast at samlast fyri seg í einum kollegium og tey eldru á einum sambýli.

Trappulendið í grótbrotinum í Norðragøtu kann útnyttast við at byggja eitt undirgrundsparkeringøki, sum samstundis letur upp fyri einum størri grønum øki við veltum og plantuvøkstri. Harafturat er uttandura felagsøkið teknað, so at tað gevur lívd fyri vindinum. Í grótbrotinum, sum vendur suðureftir, er eisini upplagt at nýta sólorku.

Meira kann lesast um verkætlanina her

Finn Chanette Jørundsdóttir Hansen á LinkedIn

Search by