Hugsið um umhvørvið, tá tit taka nátar

Nú nátatíðin er fyri framman, hevur IRF sent út eina áminning um serstøku leiðbeiningarnar viðv. burturbeiningini av leivdunum.

Hugsið um umhvørvið og havið hesar leiðbeiningar í huga:

  • Burturkastið skal vera so væl avvatnað sum gjørligt. Hetta er fyri at minka um útlátið úr roykinum á Brennistøðini, sum kann dálka umhvørvið.
  • Fjaðrar skulu vera í posum, sum ikki eru heilt lufttættir. Hetta er so posarnir ikki bresta, tá burturkastið verður handfarið víðari.
  • Leivdirnar kunnu latast inn á endurnýtsluplássið í Norðragøtu.

Fyribyrging av nátasjúku: 

Heilsufrøðiliga starvsstovan mælir til at taka hesi atlit fyri at fyribyrgja nátasjúku.

Search by