Pappeskjur, gávupappír, ljósketur, perur, battarí og ikki at gloyma fýrverk. Við jólahøgtíðini og nýggjárinum fylgir sera nógv burturkast, ið ikki eigur at fara sama veg sum vanliga húsarhaldsburturkastið.
Hugsa um, hvat kann fara í hvíta og reyða posan hjá IRF, og hvat kann koyrast á endurnýtsluplássið. Á tann hátt kanst tú geva umhvørvinum eina gávu, tá tú hevur fingið tínar.
Um tú vilt gera tað lættari at skilja burturkast, ber til at printa hesi myndatekin út og seta tey á ruskíløt: www.irf.fo/myndatekin-til-skiljing-av-burturkasti
IRF ynskir øllum eini gleðilig jól og eitt gott nýggjár. Við vón um gott samstarv í komandi ári, har vit í felag gera Føroyar grønari.