Hugnaløta fyri Óluvu, Ingibjørg og Rannvu

Í morgun var fráfaringarløta í býráðshúsinum í Norðragøtu í samband við, at Óluva Lilaa og Ingibjørg í Lambanum fara úr starvi vegna aldur eftir ávikavist 12 og 20 ár í starvi hjá kommununi. Harafturat fekk Rannvá Djurhuus handað tænastumedalju frá drotningini eftir 40 ár í starvi.

Borgarstjórin Per Martin Gregersen takkaði teimum øllum fyri drúgva tænastu og handaði teimum blómutyssi. Harafturat fekk Rannvu tænastumedalju frá drotningini, meðan Óluva og Ingibjørg fingu hvør sín vakran málning eftir Sámal Toftanes.

Í starvi síðan 1981

Rannvá Djurhuus hevur verði í starvið hjá kommununi síðan 1. mai 1981 sum reingerðarfólk. Hon hevur verið við til at hildið ein høgan standard, bæði fakliga og relationelt. Hetta hevur alt verið við til, at arbeiðsumstøðurnar hava verið góðar og eitt sera gott samanhald millum starvsfólkini.

Óluva Lilaa hevur starvast í 12 ár sum vaskifólk hjá Eysturkommunu og Ingibjørg í Lambanum sum hjálparfólk í 20 ár á dagstovninum Gjáa við Gøtugjógv.

Vit takka teimum trimum fyri teirra tænastu øll hesi árini.

Search by