Eldrafelagið Fjallið skipar fyri hugnaløtu í bygdarhúsinum í Leirvík kl. 19.30 hóskvøldið 28. apríl. Tórhallur Olsen spælir harmoniku, okkurt gott verður til matna og aftaná verður møguleiki at spæla pop, yatzy og onnur spøl.
Eldrafelagið Fjallið er fyri øll, sum eru omanfyri 50 ár ella fáa fyritíðarpensjón. Felagið hevur áleið 150 limir, og ein kann tekna seg sum lim við at seta seg í samband við Jón Konoy, form., á telefon 443131/220931 ella jonkonoy@gmail.com.