Mikukvøldið 18. mars kl. 19-22 verður hugnakvøld á Báta- og Listasavninum við framløgum, sangi og kaffi og køkum.
Í sambandi við sólarmyrkingina koma nógvir fremmandir gestir henda vegin, og vit fáa franskar gestir. Gestirnir eru úr franska felagnum fyri fólk við áhuga fyri astronomi. Felagið skipar javnan fyri ferðum til sólarmyrkingar kring allan heim.
Paul Castelnau hevur sæð 10 sólarmyrkingar, og hann fer at hava ein fyrilestur fyri okkum á enskum við heitinum: “A Solar eclipse…a celestial Rendezvous”. Fyrilesturin hjá Poul Castelnau byrjar kl. 19.
Kl. 20 er kaffisteðgur. Frá kl. 20:20 til 22:00 verða tríggjar framløgur. Absalon Eliasen og Elsa Jacobsen siga frá sólarmyrkingini í juni 1954, og Martin Fjallstein sigur frá “stóru sólarmyrkingini” á sumri 1725, tíðin tá ið Uppsala-Pætur gjørdist bóndi á Húsamørk í Leirvík.
Eisini verður sangur á skránni. Tiltakið er ókeypis, og øll eru vælkomin.