Hoyringsskriv viðv. umsókn um byggiloyvi til neyst í Syðrugøtu

Viðvíkjandi: Umsókn um byggiloyvi til neyst á matr. 141 og 265 í Syðrugøtu

Neystaøkið í Syðrugøtu “Úti á Støð” er lýst í byggisamtyktini fyri Eysturkommunu. Økið er deilt í trý økir, nevnt nr. 1, 2 og nr. 3, har ásetingarnar fyri økini eru:

  • Øki 1, verður varðveitt sum verandi neystabygging.
  • Øki 2 kann verða í mesta lagið 7 metur høg bygging, ið hóskar til neystaumhvørvið í Syðrugøtu.
  • Øki 3 kann verða í mesta lagið 10 metur høg bygging, ið hóskar til neystaumhvørvið í Syðrugøtu.

Matriklar fyri Øki 1 eru: 114a, 265, 141, 69, 266, 34, 151, 104a, 166, 51.

Eysturkommuna ætlar at loyva bygging í nevnda øki, har byggjast kann í mesta lagi 1,6 m upp til mønuna, frá Gróvargøtu. Kommunan ásetur eitt hæddarpunkt á Gróvargøtu. 

Ætla umsøkjarar at byggja hægri, so verður neyðugt hjá teimum at grava seg niður eftir, so hægsta punkt á neystinum ikki verður hægri enn sum omanfyri nevnt.

Eysturkommuna biður hervið um viðmerkingar til ætlanina um at loyva bygging í øki 1, har hæddin verður ásett sum omanfyri nevnt. 

Um tit hava viðmerkingar, vinarliga send tær inn til eystur@eystur.fo. Viðmerkingar skulu sendast til Eysturkommunu innan 08-04-2020.  Um tit hava spurningar, skulu teir sendast skrivliga innan 01-04-2020.

Um man sendir spurning ella viðmerking, skal man skal upplýsa navn og bústað. Eisini skal upplýsast hvørja ogn man eigur í grannalagnum. 

Vinarliga

Jóhan Christiansen
Borgarstjóri

Search by