Hoyringin av mentanarpolitikkinum liðug

So er hoyringin av nýggja mentanar-politikkinum liðug. Fleiri viðmerkingar komu inn, bæði alment, privat, ígjøgnum telefonsamrøður, teldupost, kjatt, o.s.fr. Vit takka fyri góðu afturmeldingarnar. Nú fer mentanarnevndin at endurskoða uppleggið við innkomnu viðmerkingunum í huga, og gera møguligar tillagingar, áðrenn uppleggið fer til viðgerðar í býráðnum.

Meira verður at frætta seinni um arbeiðið við nýggja mentanarpolitikkinum.
Search by