HOYMA – 20 konsertir í 10 heimum í Syðrugøtu

Leygardagin 20. oktober verður virðislønta tiltakið Hoyma hildið fyri sættu ferð. Høvuðsbulurin í tiltakinum, sjálvar konsertirnar, fara fram í tíggju ymiskum heimum í Syðrugøtu. Eingi annlegg, pallar og tílíkt. Ístaðin er djúpur hugni, tónleikur og gestablídni. Húsini liggja tætt so væl liggur fyri at ganga ímillum.

Á skránni verða Teitur, Stanley Samuelsen, Signar Í Homrum, Lyon Hansen, Silvurdrongur, HEIDRIK, Uni Debess, ELINBORG, Gøtu kirkju ungdómskór, Alvi Joensen. Pluss opið hús í Tøting aftaná, Matstova, pottar o.a.

Skráin er her: https://tinyurl.com/ybtvtu7z

Møguleiki er at keypa atgongumerki her: http://www.gfestival.fo/products
Eitt atgongumerki er galdandi fyri alt.

 

Search by