Í vikuskiftinum var Norðurlandahúsið karmur um Faroese Music Awards (FMA), har virðislønir vórðu handaðar føroyskum tónlistafólki.
Eisini hesa ferð var Eysturkommuna umboðað, nú í samband við nýggju heiðurslønina ársins útflutningsvirðisløn. Tað er Høgni Lisberg, ið hevur stovnað tónleikaútflutningsfyritøkuna Mahogni Music Publishing, og orsaka stóra arbeiði hansara við hesum felag, varð Høgni í vikuskiftinum tilnevndur ársins útflutningsvirðisløn.
Vit ynskja Høgna Lisberg tillukku.