Hiking.fo: Fjallatúrar í føroysku náttúruni

Mikudagin 8. mars varð nýggja heimasíðan hiking.fo almannakunngjørd, ið vísir eitt yvirlit yvir fjallatúrar og bygdagøtur kring alt landið. Føroyingar og ferðafólk, ið hava hug at fara ein túr í føroysku náttúruni, kunnu sostatt fáa íblástur til nýggjar túrar, vegleiðing um lættari ella torførari túrar og enntá kunning um hvør ætt er best til ein ávísan túr.

Tað er Pól Sundskarð, sum stendur aftanfyri verkætlanina, og fyrireikingararbeiði við síðuni hevur tikið langa tíð, har Pól hevur gingið øll fjøll í Føroyum á tamb fyri at kortleggja rutur.

Fleiri túrar eru eisini at finna upp á fjøll kring bygdirnar í Eysturkommunu. Her sært tú myndir av túrinum, torleikastøði, long og hvør ætt er best til túrin. Síðan vísir eisini, hvør ættin er í dag, umframt vindferð og hitastig.

Her eru dømir uppá túrar á fjøll rundanum okkum:

Search by