Hevur barn títt neurologiskar avbjóðingar?

Fyrilestur v/Dorthe Borgkvist, Klinisk Syn og Indlæring (www.synogindlaering.dk)

Hevur barnið trupult við at lesa?
Er arbeiðsminnið hjá barninum ikki gott?
Hevur barnið torført at skilja í millum b og d?
Hevur barnið trupult við at skilja boð ella at vera í larmi?
Hevur barnið trupult við at hugsavna seg í skúlanum?
Kom til fyrilesturin og hoyr Dorthe Borgkvist fra Klinisk Syn og Indlæring greiða frá teimum fysiologisku og neurologisku orsøkunum til trupulleikarnar við at læra og at hugsavna seg.

Við at koma til fyrilesturin fært tú m.a. eitt boð uppá, hví tað er trupult hjá einum barni við ‘samsynstrupulleikum’ at stava, lesa og skriva. Hví børn við oyratrupulleikum ikki eins væl taka í móti boðum í flokkinum. Hví hugsavnan, sansaárin og arbeiðsminni eru óloysandi samantvinnað?

Fyrilesturin verður í skúlanum í Leirvík mikukvøldið 10. mai kl. 19.00.

Tað er ókeypis at luttaka

Verið vælkomin

Skúlastýrið fyri skúlarnar í Eysturkommun

Dorthe Borgkvist

Klinisk Syn og Indlæring

www.synogindlaering.dk

Search by