Heimasíðan hjá Eysturkommunu

Vælkomin á heimasíðuna hjá Eysturkommunu.

Arbeitt hevur verið nú í eina tíð fyri at gera heimasíðuna somikið klára, at mett varð, at hon kundi leggjast út á alnótina. Sum tit óivað síggja, eru fleiri manglar og vóna vit, at hetta kann fáast í rættlag sum skjótast.

Okkara vón er, at heimasíðan kann verða ein kunningardepil fyri allar okkara borgarar og fólk annars. Eitt av málunum hjá okkum varð, at heimasíða okkara skuldi verða løtt at brúka, og samstundis løtt at viðlíkhalda og dagføra. Fyri at náa hesum  málið, hevur Eysturkommuna heitt á Sansir, sum hevur sniðgivið heimasíðuna, um hjálp og ráðgeving.

Search by