Heimasíða við kunning til tilflytarar

Útlendingastovan skipaði fyri móttøku í Norðurlandahúsinum í dag í sambandi við heimasíðuna Integration.fo. Talan er um heimasíðu við kunning til tey, ið flyta til Føroyar úr útlandinum. Harafturat er ymiskt tilfar, góð ráð, hagtøl o.a. at finna á síðuni.

Eitt nú sæst, at tað í oktober í 2019 vóru 1686 persónar búsitandi í Føroyum, ið komu úr londum uttanfyri Norðanlond. Hesi umboða heili 99 ymiskar tjóðir og eru av samlaða fólkatalinum í Føroyum 3,2 %. Filippsoyggjar, Rumenia, Pólland, Teiland, og Serbia eru tey fimm londini, ið eru best umboðaði í Føroyum.

Heimasíðan er á føroyskum, men hevur eisini ymiskt enskt tilfar um:

Meira kunning kann eisini lesast í enska faldaranum frá Útlendingastovuni New to the Faroe Islands: Practical Information from Public Agencies.

Integratiónsmál er málsøki hjá Uttanríkis- og vinnumálaráðnum. Í novembur 2015 var integratiónssamskipari settur í starv á Útlendingastovuni. Útlendingastovan samskipar og virkar fyri integratiónsátøkum, sum hava við undirvísing í føroyskum máli, arbeiðsmarknað og vælferðartænastur, umframt hetta, so samstarvar stovnurin við aðrar stovnar og myndugleikar kring landið.

Kelda: Integration.fo

Search by