Heilsurøktari til Giljagarð

Heilsurøktari til eldrasambýlið Giljagarð í Leirvík.

Er tú okkara nýggi starvsfelagi?

Vit søkja eftir heilsurøktara til eldrasambýlið Giljagarð. Á Giljagarði eru 10 búpláss. Í røktini starvast heilsurøktarar, heilsuhjálparar, sjúkrarøktarfrøðingar og hjálparfólk.

Umframt vanligu røktarnormeringina er kliniskur sjúkrarøktarfrøðingur eyka tríggjar dagar um vikuna. Eisini koma Fysio- og ergoterapeutar regluliga á Giljargarð.

Sum heilsurøktari kemur tú, umframt at veita røkt og umsorgan til búfólkini, at hava samábyrgd av umsiting og dosering av heilivági og møguligum samskifti við lækna. Tú kemur at veita búfólkunum grundleggjandi røkt og umsorgan, at eygleiða og boða frá broytingum.  Tú kemur at tryggja heilivágsgevan og sjúkrarøktarfakliga skjalfesting, Dentur verður lagdur á eitt lærandi umhvørvi, har tú kemur at læra frá tær við síðumansupplæring og undirvísing av starvsfeløgunum.

Talan er um

  • Fast starv at byrja 1. apríl 2026
  • Arbeiðstíðin er í miðal 30 t/viku í blandaðum vaktum. Arbeitt verður annað hvørt vikuskifti.

Vit vænta, at tú

  • hevur útbúgving sum heilsurøktari
  • hevur góð samstarvsevni
  • hevur góð evni at samskifta í skrift og talu
  • virkar fyri eini persónsrættaðari umsorgan
  • hevur evni og áhuga at arbeiða innan heilsustimbran, fyribyrgjan og endurmenning
  • dugir at eygleiða og laga virksemið til tørvin hjá borgarum í samstarvi við hann/hana

Vit kunnu bjóða tær

  • góða innleiðslu
  • eitt spennandi og jaligt arbeiðsumhvørvi
  • góðar arbeiðsumstøður og fjølbroyttar avbjóðingar
  • gott samstarv við onnur fakfólk
  • regluliga undirvísing í Nánd

Starvsfólk hjá Nánd hava møguleika at venja ókeypis í venjingarhølunum á Miðstøðini í Leirvík ávísar tíðir.

Starvssetan og løn
Starvið verður sett sambært sáttmála við KAF/Fíggjarmálaráðið og Heilsurøktarafelagið. Áhugað kunnu fáa meira at vita um starvið við at venda sær til Sonju Simonsen, deildarleiðara, tlf. 730282 ella sonja@eystur.fo

Umsókn við prógvum og CV skulu sendast við telduposti til: sonju@eystur.fo  ella til Nánd, Oyran 2, 512 Norðragøta. Umsóknir skulu vera okkum í hendi seinast 16. mars 2026.

Tú kanst lesa meira um Nánd her

Search by