Heilsuhjálpari

Røktardeildin á Gøtubrá í Norðragøtu søkir eftir heilsuhjálpara til tíðaravmarkað starv.

Gøtubrá er í tveimum hæddum og umfatar tvær eindir við 18 plássum tilsamans, 10 á ovaru hæddini og 8 á niðaru. Á Gøtubrá arbeiða sjúkrarøktarfrøðingar, kliniskur sjúkrarøktarfrøðingur 3 dagar um vikuna, heilsurøktarar, heilsuhjálparar, hjálparfólk umframt reingerðarfólk. Ergo- og fysioterapeutar koma regluliga á Gøtubrá.

Um starvið

Starvið er á ovaru hæddini. Talan er um eitt tíðaravmarkað starv at byrja 1. august 2026 ella áðrenn og til 31. januar 2027. Arbeiðstíðin er 32 tímar um vikuna, skiftandi vaktir og annað hvørt vikuskifti.

Dámar tær væl at arbeiða við eldri fólki og fyri at skapa teimum ein góðan og virknan gerandisdag, so er tað møguliga tær vit leita eftir.

Vit vænta at tú

  • hevur útbúgving sum heilsuhjálpari
  • hevur góð samstarvsevni
  • hevur góð evni at samskifta í skrift og talu
  • skilir og kanst gera teg forstáiligan á føroyskum ella norðurlendskum
  • virkar fyri eini persónsrættaðari umsorgan
  • hevur evni og áhuga at arbeiða innan heilsustimbran, fyribyrgjan og endurmenning
  • dugir at eygleiða og laga virksemið til tørvin hjá borgarum í samstarvi við hann/hana

Um eingin við heilsuhjálparaútbúgving søkir, kann umsøkjari við aðrari útbúgving so sum ergoterapeutur ella ófaklærdur við royndum innan eldraøkið verða settur ístaðin.

Vit kunnu bjóða tær

  • góða innleiðslu
  • eitt spennandi arbeiðspláss
  • góðar arbeiðsumstøður og fjølbroyttar avbjóðingar
  • gott samstarv við onnur fakfólk
  • regluliga undirvísing í Nánd

Starvsfólk hjá Nánd kunnu venja ókeypis í venjingarhølunum á Miðstøðini í Leirvík ávísar tíðir.

Starvssetan og løn
Starvið verður sett sambært sáttmála við KAF/Fíggjarmálaráðið og Heilsuhjálpararafelagið.

Áhugað kunnu fáa meira at vita um starvið við at venda sær til Edit Andreasen, deildarleiðara, tlf. 730252 ella teldupost edit@eystur.fo

Umsókn saman við prógvi, tílvísingum v.m. skulu sendast til: nand@eystur.fo ella Nánd, Oyran 2, 512 Norðragøta. Umsóknir skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi 03.07.2026 kl. 12.

Meira kann lesast um visjón, missión og virðir hjá Nánd her

Search by