Læknamiðstøðin í Gøtudali

Kommunulæknin er í Læknamiðstøðini í Gøtudali, sum Eysturkommuna eigur og rekur.

Upplatingartíðir

Læknin hevur viðtalu mánadag til fríggjadag frá kl. 8-16.

Samband

Til ber at seta seg í samband við Læknamiðstøðina í Gøtudali á tlf. +298 44 10 86.

Telefontíð: mánadag til fríggjadag kl. 8 – 11

Til ber eisini at bíleggja tíð og endurnýggja resept á minlaekni.fo

Um okkurt BRÁÐFEINGIS tekur seg upp uttan fyri telefontíð, kanst tú ringja á bráðfeingis-telefonina á tlf. +298 77 10 06. Tað er umráðandi, at bráðfeingis-telefonin einans verður nýtt til bráðfeingis tørv.

Adressa
Við Ánna 66
512 Norðragøta

Laboratoriið

Laboratoriið á Læknamiðstøðini í Gøtudali er opið hósdag frá kl. 08.15 til 09.30

Kommunulæknar

Jytta Friang

Kári Rubek Nielsen (til og við 30. septembur 2026).

Tað er av alstórum týdningi, at tú setur teg í samband við læknaviðtaluna, tá tú hevur verið til eina kanning fyri at fylgja henni.

Hetta meinast við, at um tú hevur tikið blóðroynd, tikið røntgenmynd, tikið burtur móðurmerki, tikið lívmóðurhálsroynd, verið til kanningar á sjúkrahúsi og annað.

Search by