Hedda Gabler í býráðshúsinum frá 2. nov.

Sjónleikurin “Hedda Gabler” verður framførdur í býráðshúsinum í Norðragøtu frá 2. november.

Um leikin:
Júst heimkomin av brúðarferð í 6 mánar, upplivir vakra og sjálvsikra Hedda, at hon er fangað í eini inniklemmandi, keðiligari og smáborgarligari verð. Tá hon so hoyrir at gamla flamma hennara, Eilert Lovborg, er vendur aftur til býin, forelskaður í aðrari kvinnu, og rithøvundur at eini bók, sum er ein hóttan móti yrkisleið manni hennara, byrjar Hedda at manipulera tey, sum eru rundan um hana…

Hesin heimskendi leikurin er skrivaður av Norska høvundanum Henrik Ibsen. Leikurin hevði sína fyrstu premieru í Munchen í 1891, og gjørdist ein av heimsklassikarunum í seinnu helvt av 1900. Hedda Gabler er ein av best kendu kvinnuligu leiklutunum í heimsbókmentunum.

Leikurin er uppsettur við tøttum samstarvi við Eysturkommunu, og er pallsetanin í sjálvum Býráðshúsinum í Norðragøtu.

Búi Egason Dam hevur leikstjórnað, og er tað Sjónleikardeildin Losjan Glotti, ið setir leikin upp.

Atgongumerki fáast á http://www.atgongumerki.fo ella við at ringja 280 820.

 

Teasari: Hedda Gabler3
D-Productions

 

Search by