Hallarnevndin í Danmark á hallarvitjanum

Hallarnevndin fyri Ítróttar- og Samkomuhøllini á Kambsdali var í vikuni á Vejen Idrætscenter (VIC) í Jyllandi, har hugt hevur verið eftir framtíðarmøguleikum fyri høllina á Kambsdali.

Vitjað var í 8 ymsum ítróttarhallum – 7 í Jyllandi og 1 í Keypmannahavn – har hvør vitjan hevði okkurt serligt yvir sær og gav nevndini íblástur til framtíðarætlanir á Kambsdali. Eisini var ein heilt serlig løta hósdagin, tí tá var ein heilt serligur fótbóltsdystur leiktur við VIC.

Spældu dyst ímóti Hjemløselandsholdet

Hósmorgunin fekk nevndin eina avbjóðing frá Hjemløselandsholdet í Danmark, sum var á venjingarlegu á VIC, og skal til HM í Meksiko seinni í summar. Nevndarlimirnir samdust skjótt um at taka við avbjóðingini, og dysturin kom á skránna beinanvegin. Dysturin var leiktur á Ombold vøllinum uttanfyri VIC hóskvøldið kl 17.00.

Liðið var mannað av: Sonna á Horni (venjari), Jóhan Christiansen (Liðskipari), Ólavi Larsen, Árna Jacobsen, Jógvan S. Ósá, Ólavi Ellingsgaard og Jakob Sander (leigaður frá VIC). 3 dystir vóru leiktir, og okkara menn smæddust ikki burtur, tí støðan gjørdist tvey tap á 1-7 og 4-6 og ein sigur á 8-3. Liðskiparin, Jóhan Christiansen, sigur, at menn brúktu eini 2-3 hálvleikir at læra seg tað taktiska, og so koyrdi liðið sum ein dreymur.

Ein sera gevandi túrur fyri nevndina, sum nú fer í gongd við at viðgera tað, sum kom burturúr túrinum, fyri síðani at leggja ætlanir fyri framtíðina.

At enda skal ein stór tøkk sendast til Jakob Sander og starvsfólkini á VIC, sum høvdu lagt eina sera góða og gevandi skrá til rættis.

Search by