Grundstykkjalisti fyri Fløtugerði B2

Eysturkommuna samtykti á býráðsfundi 30. januar 2020 at avtaka bíðilistan til grundstykkir, men opnar nú fyri møguleikanum at kunna skriva seg upp til útlutanir av grundstykkjum í einari nýggjari útstykking.

Tað er øllum í boði, ið lúka niðanfyristandandi treytir, at skriva seg upp til grundstykki í Fløtugerði í Leirvík. Talan er um 14 grundstykkir, ið eru ein víðkan av verandi útstykking (sí kort niðanfyri).

Útstykkinging á Fløtugerði í Leirvík. Stykki 23-36 verða útlutað við lutakasti.

Grundstykkjalistin er opin frá 01.10.2022 og fram til 31.10.2022. Eftir hetta er tað ikki møguligt at skriva seg upp.

Krøv til at skriva seg uppá listan:

  • Tú skalt vera 18 ár fyri at koma á listan.
  • Umsøkjarar skulu gjalda 15.000 kr fyri at koma á grundstykkjalistan. Gjaldið verður standandi sum ein trygd fyri evt. skaðar, ið kunnu koma á gonguteigar og kantar, meðan bygt verður. Peningurin verður fluttur aftur til grundstykkjaánara, um tað vísir seg at eingin skaði er gjørdur í byggitíðini.
  • Hjún/pør, kunnu ikki skriva seg upp til fleiri grundstykkir.
  • Í samband við keyp av grundstykki, skal Eysturkommuna vísa á nýggju lógina Løgtingslóg nr. 158 frá 10. desember 2021 um at keypa fastogn í Føroyum.

Umsókn skal sendast kommununi á eystur@eystur.fo og viðmerkja – Grundstykkjalisti í Fløtugerði í Leirvík. Umsøkjari skal upplýsa fylgjandi:

  • Fult Navn
  • Adressu
  • Fødd/ur og p-tal
  • Telefon nr.
  • Teldupost
  • Um umsøkjari hevur maka, skulu somu upplýsingar fyriliggja.

Eysturkommuna hevur tikið avgerð um at halda lutakast um grundstykkini, og tískil skulu øll, sum standa á grundstykkjalistanum, møta á býráðshúsinum í Norðragøtu, har útlutanin fer fram. Um tað ikki liggur fyri at møta persónliga, skulu hesi hava onkran at umboða seg. Øll á listanum fáa skrivlig boð um, nær lutakast verður.

Krøv til luttakast – Fleiri enn 14 umsøkjarar.:

  • Lutakasti fer fram við at umboð fyri kommununa trekkir ein seðil og rópar upp tann umsøkjarin, ið stendur á lepanum. Numrering á stykkinum er frá 23 til 36. Hesin fær tillutað grundstykki nummar 23 av 36 osv. Sí kort niðanfyri fyri økið
  • Tann, sum hevur fingið útlutað grundstykki, kann ikki býta um við annan grundstykkja umsøkjara. Um hesin ikki ynskir útlutaða grundstykki, fellur tað aftur til kommununa.
  • Tey, sum hava fingið tillutað grundstykki, hava 3 vikur frá tí degi lutakastið fór fram at rinda fyri grundstykki, tinglýsing og skriva undir skeyti.
  • Um kommunan einki hevur frætt frá tykkum innan ásettu freistina, verður hetta tulkað sum, at tit ikki ynskja at taka av tilboðnum, og grundstykki fellur aftur til kommununa, uttan at tað verður boðað frá.

Krøv til luttakast – Færri enn 14 umsøkjarar.:

  • Verða tað færri enn 14 grundstykkja umsøkjarar, verður luttakasti soleiðis, at tað verður trekt, og har viðkomandi sleppur at velja sær grundstykki.
  • Um nakað grundstykki er eftir aftaná lutakastið, fer tað út til almenna sølu.
  • Lutakastið fer fram við, at umboð fyri kommununa rópar upp nummar 1 á listanum, har viðkomandi velur sær eitt stykki osfr.
  • Tann, sum hevur fingið útlutað grundstykki, kann ikki býta um við annan grundstykkjaumsøkjara. Um hesin ikki ynskir útlutaða grundstykkið, fellur tað aftur til kommununa.
  • Tey, sum hava fingið tillutað grundstykki, hava 3 vikur frá tí degi, lutakastið fór fram, at rinda fyri grundstykkið, tinglýsing og skriva undir skeyti.
  • Um kommunan einki hevur frætt frá tykkum innan ásettu freistina, verður hetta tulkað sum, at tit ikki ynskja at taka av tilboðnum, og grundstykki fellur aftur til kommununa, uttan at tað verður boðað frá.

Avtøka av listanum:

  • Grundstykkjalistin verður standandi virkin í 6 vikur frá tí degi, lutakastið fer fram.
  • Um grundstykkir koma inn aftur í tíðarskeiðinum, verður aftur lutakast um innkomnu grundstykkini millum tey, ið standa eftir á listanum. Kommunan boðar frá, um slíkt lutakast fer fram og nær.
  • Eftir hetta verður grundstykkjalistin strikaður og peningurin fluttur aftur til teir umsøkjarar, ið ikki fingu nakað grundstykki. (Hetta er bert galdandi um tað eru fleiri enn 14 umsøkjarar)
  • Øll grundstykkir, ið koma inn eftir hetta, verða løgd út á heimasíðuna hjá Eysturkommunu til almenna sølu.
Search by