Matrikul 72f norðanfyri Gøtubrá í Norðragøtu bjóðast út til íbúðarbygging.

Grundøki í Norðragøtu til sølu til íbúðarbygging

Vegna Eysturkommunu verður ein partur av matr.nr. 72f í Norðragøtu, umleið 6.700m2, boðin til sølu til íbúðarbygging.

Tað er upp til tey bjóðandi at koma við uppskoti til, hvussu byggingin verður skipað, og hvat slag av íbúðum verður bygt. Hetta kann verða eigaraíbúðir, leiguíbúðir ella lutaíbúðir. 

Kommunan setir sum treyt, at tað verður eitt hóskandi tal av íbúðum í verkætlanini. Byggingin skal vera fjølbroytt við ymiskum íbúðarstøddum, har atlit verður tikið til stórfingna og fría útsýnið. Dentur verður lagdur á, at byggingin tekur seg væl út, er í góðari góðsku og fellur væl inn í vakra landslagið. 

Fyrispurningar viðvíkjandi sølutreytunum/útbjóðingini kunnu sendast til SÓKN Advokatar, att. Eyðbjørn Larsen, adv., Jekaragøta 10, postboks 258, 110 Tórshavn, telefon: 660500 ella 219325, og teldupost: eyl@sokn.fo

Sølutilfarið fæst somuleiðis við at venda sær til SÓKN Advokatar og er at finna á heimasíðuni hjá SÓKN Advokatum og Eysturkommunu.

Øll, sum vísa útboðnum áhuga, kunnu við at skráseta seg hjá SÓKN Advokatum, fáa skrivliga kunning um settar fyrispurningar og svar. Kunningin er navnleys.

Freistin at lata inn skrivlig boð er fríggjadagin, tann 14. mai 2021, kl. 12:00.

Search by