Leygardagin 11. mars verður Grannakaffi í Arbeiðsmannafelagshúsinum við Gøtugjógv. Sædis Eilifsdóttir hugleiðir, og dóttirin Elinborg Pólsdóttir syngur. Harafturat verður sjálvandi gott kaffi og te at fáa við onkrum leskiligum afturvið.
Grannakaffi er stuðulstultak, ið hevur til endamáls at savna pening inn til Krabbameinsfelagið. Tiltøkini eru privat initiativ, sum verða fyriskipað um alt landið í samráð við Krabbameinsfelagið. Í hesum føri er tað ein bindiklubbur í Gøtu, sum skipar fyri.
Møguleiki verður at keypa hondbundnar lappar við eyðkendu krabbameins sløyfuni, og vakrar prýðislutir úr glasi, sum Sædis hevur gjørt (les um Sædis-glas). Allur peningur, sum kemur inn, fer til Krabbameinsfelagið.