Grannakaffi 2018 við Gøtugjógv

Komandi leygardag verður boðið til Grannakaffi 2018 í Arbeiðsmannafelagshúsinum við Gøtugjógv.

Grannakaffi er ein liður í støðuga arbeiðnum hjá Krabbameinsfelagnum, men hevur sín uppruna í spurninginum “hvat kann eg gera fyri at hjálpa?” og tekur støði í tí, sum vit føroyingar frammanundan  duga serliga væl; at stákast og skipa fyri hugnaløtum. Hesuferð verður tiltakið so við Gøtugjógv.

Les meira um tiltakið á Facebook.

Search by