Gøt

Gøtu kirkju ungdómskór og Østerbro Pigekor konsert í Gøtu kirkju

Mikukvøldið 16. oktober kl. 20 verður Gøtu kirkja karmur um eina áhugaverda konsert við einum av teimum heilt góðu ungdómskórunum í Danmark og Gøtu kirkju ungdómskóri. Kórini fara at framføra nøkur verk hvør sær og enda við at syngja 2 verk saman.

Altjóða luttøkan hjá Gøtu kirkju ungdómskóri ger, at tey fáa nógvar fyrispurningar um kórvitjanir og felagskonsertir, og er hetta triðja av sínum slag aftaná summarstegðin. Á konsertini verða kend verk framførd umframt dupultkór hjá Brahms, verk eftir Eivør Pállsdóttir, Negro Spirituals og føroyskir og danskir sangir.

Fyrireikararnir siga, at kórini bæði arbeiða seriøst við kórsangi, og vit tí kunnu vænta eina konsert, sum kitlar væl í oyranum, og sum er bæði áhugaverd og gevandi at koma til.

Search by