Gøtu kirkju ungdómskór byrjar nýtt kórár

Gøtu kirkju ungdómskór er nú byrjað uppá eitt nýtt kórár. Gentuplássini í kórinum eru mestsum uppfylt, men pláss er fyri nøkrum dreingjum afturat. Aldursmarkið er frá 14-30 ár, men um tú fyllir 14 í hesum skúlaárinum, so kanst tú eisini vera við.

Kórið venur fast hvørt mikukvøld frá kl. 19-21 umframt áleið ein leygardag um mánaðin frá kl. 11-15. Tað er ikki neyðugt at hava sungið so nógv áðrenn, tí hetta lærir tú í kórinum. Kórlimirnir koma ymsastaðni frá úr landinum.

Hevur tú eitt ynski um at royna teg í sangi, so ert tú vælkomin at møta upp í kirkjukjallaranum við Gøtugjógv til eina av okkara venjingum, siga fyrireikararnir. So kanst tú hyggja at ella luttaka í venjingini og síðan avgera, um hetta er nakað fyri teg.

Møguleiki er eisini at seta seg í samband við kórið á Facebook ella at ringja til kórleiðarin á tlf 56 66 00.

Search by