Gøt

Gøtu kirkju ungdómskór vann virðisløn

Gøtu kirkju ungdómskór luttók á kórfestivali í Norðurlandahúsinum um vikuskifti og vann eina virðisløn – eitt herðaklapp – ið varð latin til eitt kór, ið gjørdi serligt inntrykk á dómararnar. Hetta var ein av fýra virðislønum, ið varð latin á kórfestivalinum.

Upptøkan niðanfyri er frá kórfestivalinum, har ungdómskórið undir leiðslu av Símuni Hammer framførdi kenda lagið hjá Michael Jackson ‘Man in the mirror’.

Hjartaliga tillukku við flotta avrikinum og vøkru framførsluni!

Search by