Hósdagin 25. juni eru 20 ár liðin, síðan snotiliga Gøtu kirkja varð vígd av Hans Jacob Joensen, biskupi. Hetta verður hátíðarhildið, við at gøtufólk og áhugaði annars verða boðin til ymisk tiltøk í og kring kirkjuna, boðar kirkjuráðið frá.
Hósdagin 25. juni
Boðið verður til máltíð í kirkjuni frá kl. 17.00, har borðreitt verður við pitabreyði og sunnum tilhoyri. Til børnini verður okkurt undirhald uttanfyri.
Kl.19.00 er stutt gudstænasta á skránni, har sunnudagsskúlabørnini syngja og Ovi Brim, prestur, prædikar. Boðiði verður síðan til kaffi og lagkøku eftir gudstænastuna.
Leygardagin 27. juni
Kl.15.00 – Gøtu kirkju ungdómskór hevur konsert í gjónni norðuri við Gjógv kl. 15.00.
Kl. 17.00 – Haukenland Songlaug hevur konsert í Gøtu kirkju.
Sunnudagin 28. juni
Kl. 11.00 – Gudstænasta
Kl. 19.00 – T.O.S. og Gøtu kirkju ungdómskór hava konsert í Gøtu kirkju. Boðið verður til drekka eftir konsertina.