Vinnari av kappingini er Annika Katrin Joensen, sum deildi hesa myndina við fylgjandi uppskoti til túr: Úr Leirvík inn í Kálvadal, síðani Navurnar, á Pøllum og oman Fosságil. Ein sera vakur túrur.

Góðir túrar í Eysturkommunu

Um hálvan juli deildu vit eitt rørsluátak á Facebook við eini kapping, har vit eggjaðu fólki at vísa á ein serligan og vakran túr at ganga/renna/súkkla/trilla í Eysturkommunu. Heili 59 uppskot til góðar túrar komu í viðmerkingunum til uppslagið.

Vinnarin av kappingini er Annika Katrin Joensen, sum hevur vunnið eitt gávukort á 500 kr í Bovling í Leirvík.
Øll uppskotini kunnu síggjast í viðmerkingunum til uppslagið niðanfyri.


👉VÍS OKKUM EIN GÓÐAN TÚR 🏃‍♀️ Í samband við átakið Rørsla í Eysturkommunu heita vit á tykkum um at vísa á serligar og…

Posted by Eysturkommuna on Monday, July 13, 2020
Search by