Góð uppmøting til vinnudagin

Eysturoyggin ER framleiðslu Føroyar!” Soleiðis segði búskaparfrøðingurin Johnny í Grótinum, tá hann helt fyrstu framløguna, sum var í dag í Víkingahúsinum, tá Eysturkommuna skipaði fyri vinnudegi.

Eini 80 fólk úr øllum greinum í vinnulívinum møttu upp til tiltakið sum kommunan skipaði fyri.

Dagurin byrjaði kl. 09.00 við morgunmati. Síðani bjóðaði borgarstjórin, Per Martin Gregersen, vælkomin og greiddi frá hvussu skráin fór at síggja út. Eftir tað var búskapur á skránni, har vælupplagdi Johnny í Grótinum greiddi frá búskaparstøðuni í dag – bæði her heima og í heimsbúskapinum sum heild. 

Eysturoyar Vinnulívsfelag hevði síðani eina framløgu, har formaðurin Símun Hammer hevði eina lýsing av vinnulívinum í Eysturoynni og týdninginum fyri tað føroyska vinnulívið. Eisini greiddi hann frá arbeiðinum hjá teimum, og hvørjar ætlanir vóru í framtíðini. 

Síðani var ein matarsteðgur og ábit.

Eftir matarsteðgin var heilsa á arbeiðsplássum á skránni, sum Sølvá Jansdóttir Joensen greiddi nærri frá. Og síðsta framløga á degnum hevði borgarstjórin, Per Martin Gregersen, framløgu um vinnulívspolitikkin í kommununi og hvat kommunan ætlar framyvir. Tiltakið endaði uml. kl 15.00.

Ein spennandi og gevandi dagur við áhugaverdur og spennandi framløgum og ikki minst framúr góðum kørmum til eitt tílíkt tiltak av hesum slag.

Search by