Back
Tíðindi
Skrivað tann 7. apríl 2017

Góð uppmøting til ferðavinnudagin

Eini 35 fólk møttu upp til ferðavinnudagin í Eysturkommunu, sum var í gjár á Báta- og Listasavninum í Leirvík. Hetta eru vit sera væl nøgd við, sigur Marjun Andreasardóttir, sum er í starvsvenjing í Eysturkommunu og arbeiðir við at menna ferðavinnuna í kommununi.

Hanna Jensen, forkvinna í vinnunevndini, bjóðaði fyrst vælkomin. Síðan høvdu Theresa Turidardóttir Kreutzmann (stjóri á Visit Tórshavn), Nancy S. Justinussen (Atlantic Airways) og Maigun Solmunde (BA. í ferðavinnu) hvør sítt upplegg.