Gitte Henning verður á Gøtuvík kl. 15.00

Nýggja uppsjóvarskipið hjá Varðanum kemur á Gøtuvík, á leið kl. 15.00 í dag. Her fer skipið, sum siður er, at sigla tríggjar ferðir í ring.

Eftir hetta, verður siglt til Runavíkar, har møguleiki verður fyri at koma umborð at síggja skipið, ímillum kl. 17-20.

Øll eru hjartaliga vælkomin.