Leygardagin 12. juni var altjóða ‘Gakk og bint’- dagur, og hetta valdu nakrar bindandi kvinnur at seta á skránna her hjá okkum. Tanja Jacobsen, sum ein av teimum, ið ger serliga nógv burturúr at binda og hevur givið bindibøkur út, kom við hugskotinum, og væl lá fyri.
Tær hittust við býráðshúsið klokkan 13, og leiðin varð løgd frá Oyruni í Norðragøtu og til Gøtugjáar eftir sokallaða ‘Himmalvegnum’. Síðani varð gingið og bundið aftur til gamla býlingin í Norðragøtu og so aftur til býráðshúsið, har rundað varð av við einum góðum drekkamunni. Myndirnar tala um eina sera hugfarsliga løtu.
World Wide Knit in Public Day, sum tiltakið upprunaliga eitur, byrjaði í 2005 og er á hvørjum ári vaksið, soleiðis at nú verður tað fyriskipað um tað víðu verð. Og hesaferð var Gøta eisni á heimskortinum og legði harvið eisini afturat sterku søguni um klædnavirkan sum vinnu á Tøtingarvirkinum og Klædnavirkinum, men eisini afturat søguni um neytakonur og sterku gomlu bindimentanini sum heild.
Bæði fyriskiparar og luttakarar lótu væl at tiltakinum, og ætlanin er at fagna binding alment aftur komandi ár. So tá ræður um at finna sær stokkarnar og gonguskógvarnar fram. Og onkur tekur okkurt gott við til drekkamunnin. Spennandi verður, hvussu rutan verður løgd. Nærri verður at frætta, sigur Tanja Jacobsen.