Í samband við at tað í september í ár eru 10 ár síðan Giljagarður varð tikið í nýtslu verður bjóðað til móttøku á sambýlinum hósdagin tann 18. september kl. 15.00-17.00.
Jóhan Christiansen, borgarstjóri, og Karl Joensen úr Søldarfirði, umboð fyri avvarðandi, bera fram røðu, umframt at Unn Justinussen, leiðari fyri eldrasambýlunum í Eysturkommunu, sigur nøkur orð um Giljagarð í dag.
Eisini verður felagssangur og sangframførsla á skránni við Paulu Gaard og Bárður á Lakjuni. Borðreitt verður við einum drekkamunni og føðingardagskaku.
Øll eru hjartaliga vælkomin til feiðra dagin saman við okkum á Giljagarði.