Gamli Gjái verður tømdur

Mikudagin 1. mai kl. 15-18 verða fleiri av teimum lutum, ið áður hava verið í brúk í barnagarðinum givnir burtur. Talan er m.a. um barnavognar, borðstólar og garderobur. Borgarar í Eysturkommunu eru vælkomnir at fáa sær ein lut per húski. Talan er um avmarkaða nøgd, so tey fyrstu fáa fyrst.

Rannvá R. Hentze, leiðari á Gjáa og arbeiðsfólk frá kommununi vera til staðar.

Search by